Danir imponeraðir av Liktinstein

Danski fótbóltsvenjarin Morten Olsen er ovfarin av spælinum hjá lítlu fótbóltstjóðini, Liktinstein, og hann roknar við einum truplum EM-dysti hjá Danmark í annaðkvøld.
- Teir hava klárað seg væl við at spæla álopsfótbólt, og fríggjadagin vóru teir betur enn Eysturríki. Í Mario Frick eigur Liktinstein ein álopsspælarar á europeiskum støði, sigur Morten Olsen við Ritzau.
Hann roknar tí ikki við, at Liktinstein fer at grava seg niður í dystinum ímóti dønum mikukvøldið.
- Eingin roknar við, at Liktinstein kann koma til EM-endaspælið, og tí tora teir at spæla fyri at vinna onkrar dystir, sigur Morten Olsen.