Lisbeth L Petersen hevur sett fyrispurning til Birgit Kleis, ríkisumboðsmann, um hvussu danski staturin fíggjaði lánini, sum vórðu veitt landskassanum í nítiárunum, og hvussu stóra upphædd talan er um. Orsøkin er, at landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, Karsten Hansen, hevur sagt, at danski staturin hevur vunnið pening uppá føroysku kreppuna. Tað skuldi vera orsakað av, at lánini til Føroya Landsstýri vóru fíggjað við at læna pening uttanlanda til eina rentu, sum liggur um 5% og síðan læna peningin víðari til føroyska landsstýrið við eini rentu, sum hevur ligið um 7%. Bæði Karsten Hansen og Høgni Hoydal, varaløgmaður og landsstýrismaður í sjálvstýrismálum løgdu í orðaskiftinum, sum var í sambandi við viðgerðina av fíggjaruppskotinum fyri 2002, dent á, at tað beinleiðis er ósatt, tá tosað verður um, at danska stjórnin bjargaði føroysku bankunum í nítiárunum. Karsten Hansen sigur, at talan heldur er um manglandi hjálp.
Hetta hevur argað Lisbeth L. Petersen, sum í viðmerkingini til fyrispurningin til ríkisumboðið sigur, at tað er vorðin ein ?myta?, at danski staturin hevur vunnið pening uppá kreppuna í Føroyum, at hon er troytt av at hoyra uppá tað, og at hon tí vil kastað ljós yvir málið við hesum fyrispurningi. Í fyrispurninginum spyr hon, hvussu stór samlaða peningaupphæddin var, sum danski staturin lænti føroyingum í nítiárunum, hvussu lánini vóru fíggjað, hvussu høg renta var á lánunum sum danir veittu føroyingum, og um hvussu nógvan pening danski staturin hevur vunnið uppá lánveitingina í Føroyum.
Eingin vinningur ? eingin útreiðsla
Svarið frá ríkisumboðsmanninum er, at danski staturin ikki hevur vunnið nakað av lánveitingini til Føroya Landsstýri. Danski staturin fíggjaði ikki lánini til Føroya við lánum uttanlands, men við sølu av statsobligatiónum. Rentan, sum var sett til føroysku lánini, var sett eftir miðal rentusatsinum, sum hevur verið galdani á hesum marknaðinum. Danski staturin hevur tí ikki havt nakran beinleiðis vinning av lánunum, men tað hevur heldur ikki kostað statinum nakað.
Á fylgiskali til svarið sæst, at rentan hevur ligið um 8% í 1993; 6-7% í fyrru helvt av 1994 og millum 8-9% í seinnu helvt av 1994 og fyrru helvt av 1995, har hon er hægst. Hareftir liggur hon millum 6-7% í 1995 og 1996 og kemur niður á 5% í 1997. Samlaða upphæddin á lánveitingini var 5.593.6 mill. og restskuldin í dag er 3,7 mia. krónur.
Tað hevur ikki verið møguligt at fáa fatur og Karsten Hansen til eina viðmerking um hvaðani hann hevur upplýsingarnar um hvussu danski staturin hevur fíggjað lánini til Føroya í nítiárunum, áðrenn blaði fór til prentingar.
Eingin bjarging
Í viðmerking til svarið hjá ríkisumboðsmanninum uppá fyrispurningin hjá Lisbeth L. Petersen, sigur, sigur Høgni Hoydal, at hetta júst prógvar tað, teir hava sagt, at tað er misvísandi, at framhaldandi tosa um, at danski staturin bjargaði føroysku bankunum.
? Tað hevur ikki kostað danska statinum eitt oyra, at veita landskassanum lán og tað er tí ikki talan um nakra bjarging. Danski staturin hevur havt ein leiklut í málinum, sum vanligur kreditorur,og tað er einki óvanligt í tí, tað er ikki talan um nakra bjarging.
Høgni Hoydal vísur eisini á, at svarið frá ríkisumboðsmanninum vísir, at rentan hevur verið alt ov høg í mun til rentuna á uttanlandslánum, um liggur um 5%, tað hevur tí verið ein dýr loysn, sum var vald í nítíárunum. Dýr fyri Føroyar. Ein bíligari loysn fyri Føroyar hevði verið, at fingið lán til vega uttanlands. Um danski staturin hevði vilja verið garantur fyri føroyskum lánum uttanlands, hevði verið møguligt, at forhandla rentuna niður á tey fimm prosentini, sum hon vanliga er á uttanlandslánum. Hetta kundi landsstýrið ikki einsamalt tí okkara samfelag er so lítið, at tað verður at síggja sum ótrygg íløga, at læna pening til Føroya, hesin trupuleikin hevði ikki verið, sum Danmark garanteraði fyri lánunum.