Danir hava ilt við at rinda skuld

Nógvir danir hava ilt við at gjalda tað, sum teir skylda. Tað seinasta hálvárið er eftirstøðan vaksin meiri enn eina milliard krónur, og nú eru 212.000 vaksnir danir skrásettir í RKI, sum skrásetir tey, ið ikki halda sínar gjaldsskyldur. Tað skrivar Jyllands-Posturin.

Ein talsmaður fyri RKI sigur við blaðið, at talið á skuldarum hevur ikki verið so stórt, síðani farið varð undir at skráseta privatar skuldarar fyri 38 árum síðani. Hann leggur afturat, at skuldin er heldur ikki vaksin so skjótt nakrantíð fyrr.

Talsmaðurin sigur, at fíggjarkreppan er ein høvuðsorsøk til gongdina, og at arbeiðsloysið ger sítt. Hann sigur, at tað eru serliga ungfólk, sum koma í skuldarfelluna.