Í Kirkjubø fara dreingirnir í The Dreams at geva sína einastu konsert í Føroyum í ár, og stórur áhugi er fyri heimlandinum hjá tónleikarunum. Føroyski rokkbólkurin The Dreams, ið júst nú hava skrivað undir sáttmála við franskt fløgufelag, koma til Føroya í summar, har teir fara at framføra á festivalinum við Múrin.
ChiefOne, umboðsmaður hjá The Dreams sigur, at dreingirnir ikki verða einsamallir, tá ið teir í summar koma aftur til klettarnar.
-Fleiri danskir fjepparar fylgja við The Dreams til Føroya, tí tey vilja uppliva heimlandið hjá bólkinum, sigur hann.
Við heilum 60 framførslum í Danmark í ár, hava The Dreams hóast alt sett sær tíð av til at vitja Føroyar, og so vælumtóktir sum teir eftir øllum at døma eru blivnir, hava teir eina fjepparafjøld við í kuffertinum.