Tað var longu eftir næsta teinin, sum var í Eysturoynni, at Thomas Japp Hansen legði seg avgerandi framum hinar í feltinum. Besti føroyski súkklarin í kappingini, Gunnar Dahl-Olsen, misti tá so nógv, at møguleikin fyri at vinna var nærum eingin.
Seinasti teinurin varð koyrdur úr Eysturoynni til Havnar í gjár. Fyrstur á mál var Thomas Japp Hansen, og honum á baki var Ivan Kristensen, sum eisini endaði nummar tvey í samlaðu kappingini.
Gunnar Dahl-Olsen fekk triðja plássið bæði á seinasta teininum og í samlaðu kappingini.
Thomas Japp Hansen hevur allatíðina verið favorittur at vinna, og hann livdi eisini upp til hetta heitið í kappingini.
Undan síðstu etapuni var hann nakrar minuttir frammanfyri Ivan Kristensen, og tí skuldi Thomas Japp Hansen bara syrgja fyri, at hann ikki misti Ivan burtur á hesum seinasta teininum.
Sterkur vinnari
Thomas Japp Hansen vann samlaðu kappingina, og tað er hann sjálvsagt sera fegin um. Hann hevur gjørt vart við seg við góðum úrslitum í Danmark. Nevnast kann, at hann endaði á tólvta plássi í danmarksmeistaraskapinum í einkultstarti. Hetta úrslitið er merkisvert, tí í slíkum kappingum verður kappast ímóti yrkissúkklarum, sum eru við í heimselituni.
? Eg vil gjarna royna at verja mítt heitið um eitt ár. Hetta er ein góð kapping, og hon er væl fyriskipað, segði Thomas Japp Hansen eftir síðsta umfarið sunnudagin.
Hann sigur, at teinarnir eru sera harðir, og at landslagið er gott til súkkling. Súkklarar í Danmark hava ikki somu møguleikar at súkkla í tungum brekkum sum her.
? Eg visti ikki frammanundan, hvussu sterkir føroyingarnir og íslendingarnir vóru, og tí hevði eg onga hóming av, hvussu hørð kappingin fór at vera. Tað hevði sjálvandi verið stuttligari, um fleiri súkklarar vóru við, men tað hevur sum heild verið ein góð kapping, segði Thomas Japp Hansen, sum eisini nýtti høvi at rósa Gunnari Dahl-Olsen fyri at koyra væl í hesi kappingini.
Stóra styrkin hjá Thomas Japp Hansen er einkultstarturin, og hann vann eisini báðar einkultstartarnar í hesi kappingini ? í Klaksvík og á Sandoy.
Gunnar væl nøgdur
? Eg eri sera væl nøgdur við triðja plássið. Teir fingu stórt forspring beinanvegin aftaná etapuna í Eysturoynni, og tí fór eg eftir triðja plássinum eftir tað, sigur Gunnar Dahl-Olsen.
Undan seinasta teininum var Gunnar Dahl-Olsen tjúgu sekund frammanfyri Niels Jakob Thomsen. Tí skuldi Gunnar bara ansa eftir, at hann ongantíð misti Niels Jakob úr eygsjón.
? Eg hugdi allatíðina eftir Niels Jakob og syrgdi fyri at fylgjast við honum. Tað hevði ongan týdning, hvar eg endaði á hesi etapuni, bara eg varðveitti triðja plássið, sigur Gunnar Dahl-Olsen.
Tað eydnaðist Gunnari at vinna etapuna í Suðuroynni í harðari kapping við Thomas Japp Hansen.