Danskir ídnaðartrolarar hava ongantíð fingið so nógva av smáari nebbasild sum tær seinastu vikurnar. Kortini mæla fiskifrøðingarnir hjá ICES tí politiska myndugleikanum til at skerja kvotuna nógv.
Teirra tilmælið er, at í ár skulu skipini sleppa at veiða 253.000 tons ímóti 400.000 tonsum í fjør.
Teir donsku fiskimenninir eru als ikki samdir við fiskifrøðingunum. Teir siga, at smáa nebbasildin var sein í ár og kom ikki, fyrr enn fiskifrøðingarnir vóru at kalla lidnir at gera sínar kanningar.
Formaðurin í fiskimannafelagnum í Esbjerg, Jesper Juul Larsen, sigur við DR, at tað verður einki minni enn ein vanlukka fyri vinnuna, um ES-myndugleikarnir velja at gera eftir ráðunum frá fiskifrøðingunum.