TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr upptaktsprátið sum Tróndur Arge hevði við Daniellu Joensen hjá VÍF og Turið Arge Samuelsen hjá Kyndli í SportBoxini á FM1 seinnapartin.
Klokkan 13.30 spæla VÍF og Kyndil steypafinalu í Faxe Kondi kappingini. Tróndur Arge sigur beinleiðis frá dystinum á FM1, ið øll kunnu hoyra á www.midlar.fo. Marjun F. Danberg verður viðmerkjari til dystarfrásøgnina. Vanligu frekvensirnir hjá FM1 eru FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 94,8, FM 95,5 og FM 98,7. Samsent verður við STAÐIÐ FM 101 í Vestmanna.
Daniellu Joensen og Turið Arge Samuelsen hava roynt bæði at vinna og at tapa steypafinalur við sínum liðum, og kenna til víða kensluspennið ímillum ein steypasigur og eitt steypatap. Báðar fara at geva nógv fyri at tað koppar teirra veg í morgin.
Hondbóltsfrásøgumaðurin og hondbóltsviðmerkjarin hjá FM1, Sjúrður H. Hoydal sum eisini kom til orðanna í sendingini, og hann heldur, at VÍF í mun til royndirnar liðið hevur er ein lítil favorittur í morgin.