Daniel og liðfelagarnir vunnu trivaligan heimasigur

Daniel Johansen var á vøllinum allan seinna hálvleik, tá Fredericia vann 3-0 á HB Køge á heimavølli

Daniel Johansen og liðfelagarnir í FC Fredericia tryggjaðu sær í kvøld trý kærkomin stig í næstbestu donsku fótbóltsdeildini.

 

FC Fredericia vann 3-0 á HB Køge. Daniel slapp á vøllin aftaná steðgin. Fredericia var á odda 2-0 í steðginum.

 

Talan er um fyrstu stigini hjá Fredericia eftir vetrarsteðgin. Fredericia er næstaftast í deildini við 18 stigum.

 

Daniel hevur fingið spælitíð tveir teir seinastu dystirnar hjá Fredericia í deildini.

 

Komandi vikuskiftið spælir Fredericia á útivølli móti Vejle.