FC Fredericia og Daniel Johansen hava endað samstarvið. Føroyski landsliðsspælarin skifti hetta kappingarárið til næstbestu deildina í Danmark, men nú er sáttmálin slitin.
Heimasíðan hjá felagnum boðar frá, at tað er eftir ynski frá vinstra bakkinum sjálvum. Felagið skrivar, at talan er um persónligar orsøkir og FC Fredericia hevur gingið ynskinum á møti.
Daniel Johansen hevur spælt tveir dystir fyri besta liðið hjá FC Fredericia. Heimasíðan skrivar at hann nú kemur aftur til Føroya. Daniel Johansen hevur spælt við HB, men hann má bíða til 15. juni at sleppa á vøllin, tí flytingarvindeygað er afturlatið í løtuni.