Í kvøld klokkan 19 verður seinni dysturin í 3. umfari í UEFA Europa Conference League uppgerðini millum B36 og danska Viborg. Fyrri dysturin endaði við 3-0 sigri til Viborg. Dan Brimsvík, venjari hjá B36, ásannar at tað var munurin á liðunum.
- Tú ert altíð vónbrotin, tá tú hevur tapt, men eg haldi at úrslitið avspeglar væl munin millum liðini á degnum. Vit fyrireikaðu okkum upp á hvussu vit skuldu verja, og hvar vit vildu hava teir at spæla bóltin, men vit mugu eisini viðurkenna at teir vóru sterkir á degnum, sigur Dan Brimsvík, og leggur afturat:
- Teir gera stórsæð ongar feilir, sløsa ongantíð gjøgnum allan dystin og tað ger, at vit fáa ongar steðgir í dystinum. Vit enda við at brúka áleypararnar hjá okkum til at lukka nakrar avleveringar. Tá vit gera tað, so er langt á mál, tá vit vinna bóltin, greiddi Dan Brimsvík frá í Fótbóltspanelinum á FM1 fríggjadagin.
Til dystin í Viborg var B36 uttan Brian Jakobsen. Hann er við aftur í kvøld, og sum skilst, so verður Magnus Egilsson eisini við í hópinum, men tað er ivasamt hvussu nógv hann spælir. Tað verður ringt hjá B36 at vinna uppgerðina, men tað telur eisini at vinna dystin.
- Tað er ein fótbóltsdystur sum allir aðrir. Kunnu vit fáa eitt mál, so kann tað altíð broyta eitt sigur og so spæla vit eisini fyri føroyskum stigum í Evropa. Tí taka vit dystin í størsta álvara, men málið verður at vit skulu likjast meira B36, enn vit gjørdu í Viborg, sigur Dan Brimsvík.
Hetta merkir óiva, at B36 fer at spæla eitt sindur meira álopskent, og helst eisini royna at hava bóltin nakað meira enn í Viborg. FM1 hevur beinleiðis frásøgn frá dystinum, sum byrjar klokkan 19.
Atgongumekri kunnu keypast við at trýsta HER