##med2##
- Eg havi stórar skógvar at fylla aftaná Jákup. Orðini eigur nýggi høvuðsvenjarin hjá B36, Dan Brimsvík sum var høvuðsgesturin í Fótbóltspanelinum á FM1 seinnapartin í dag.
Dan Brimsvík er greiður yvir, at B36 má vinna kappingina um løgmanssteypið um teir skulu sleppa út í Evropa, men hann slær fast, at hann og spælararnir hjá B36 fara at gera alt teir megna fyri at vinna steypakappingina.
Restina av hesum kappingarárinum verða Símun Joensen og Róaldur Jakobsen hjálparvenjarar. Teir eru báðir væl kendir í felagnum. Hartil hevur felagið gjørt avtalu við danska Frederik Odd Ingerslev, sum verður málmansvenjari.
Umframt at tosa um komandi avbjóðingarnar í B36 umrøddu verturin, Tróndur Arge og Dan Brimsvík royndirnar Dan hevur fingið í Lyngby og í Hvidovre í samband við elitu-ungdómsfótbólt.
Aðrir gestir hjá Tróndi Arge vóru Håkan Ericson, landsliðsvenjari og Sølvi Vatnhamar, landsliðsmiðvallari, ið vóru ígjøgnum úr Riga.
Klokkan 17 í morgin spæla Føroyar Nations League-dyst móti Lettlandi. Tróndur Arge fer at fylgja og siga frá dystinum í studionum hjá FM1.