Sum liður í gransking innan arvaeginleikar, er ein partur av ætlanini at kanna DAMP børn, fyri at vita um hetta brekið er arvaligt.
Tað er DAMP- felagið í Føroyum, sum skal fáa samband við foreldur at DAMP børnum. Hetta merkir, at børn hava brek í heilanum, sum m.a. ger at tey hava tvørrrandi evni til konsentratión, hava rørslutrupulleikar og trupulleikar við at fata.
DAMP felagið sóknast eftir foreldrum
Bárða Johansen, nevndarlimur í felagnum, sigur, at bert fá børn hava fingið staðfest DAMP í Føroyum.
? Vit vita bert um eini sjey børn og hálvvaksin, sum hava fingið staðfest DAMP, men sambært kanningum í okkara grannalondum, hava eitt ella tvey børn í hvørjum skúlaflokki brek av slíkum slag. Tað er tí hugsandi, at fleiri DAMP børn, enn vit vita um, eru í Føroyum, sigur Bárða Johansen
Treytirnar fyri at vera við í kannningini eru, at brekið er komið áðrenn sjey ára aldur, og at tað er so stórt avvik, at trupulleikar eru av tí, eins og barnið skal hava vanligt vit og skil.
Harnæst skulu trý øki verða til staðar hjá barninum: Tað skal hava tvørrandi evni til konsentratión, vera yviraktivt og impulsivt, sum merkir, at tað leypir framav.
Bæði foreldur skulu vera føroysk
Onnur treyt fyri at luttaka í kanningini er, at bæði foreldrini skulu vera føroysk.
Bárða Johansen, nevndarlimur: ? Vit vilja hava samband við foreldur, sum hava børn, ið hava fingið staðfest DAMP. Eisini eru vit áhugað at fáa samband við foreldur, sum kanska hava illgruna um at barn teirra hevur slík brek.
August G.Wang, yvirlækni, er limur i donsk/føroyskum graskingarbólki, skal standa fyri kanningunum í Føroyum.
Øll loyvi eru í lagi
Granskingarbólkurin hevur fingið øll neyðug loyvi til vega frá siðsemisnevnd og skrásetingini, og fara nú undir kanningarnar.
? Vit hava funnið fram til eina metodu at gera kanningar í lítlum samfelag, sum okkara. Ætlanin er at kanna sálarlig brek og sjúkur, fyri at vita, hvørjar ávirkanir koma uttanífrá og hvat er arvur.
? Í fyrsta umfari fara vit tryggja okkum, at fólk hava sjúkuna, sum tey hava fingið staðfest, og harnæst taka vit eina blóðroynd.
August G. Wang sigur, at ætlanin er ikki at kanna heilar ættbólkar, men bert børnini og teirra foreldur, sum skulu verða kontrolbólkur, av tí at tey líkjast børnunum mest.
Harnæst verður kannað um børnini hava felags eyðkenni, sum víkja frá kontrolbólkinum, sigur August G. Wang, sum í løtuni arbeiðir í Danmark.
Hann væntar at hesin parturin av kanningini um arvaeginleikar, fer at fevna um einar 10 - 20 persónar.
Er áhugi fyri at fáa meira at vita um kanningina, kunnu fólk venda sær til Bárðu Johansen,tlf. 317912, Onnu Mariu Restorff, tlf. 315728, og Mariann Patursson, tlf. 315630, har nærri fæst at vita um kanningina.










