Damanaki í uttanlandsnevndina

Fundurin verður hósmorgunin, áðrenn hon fer avstað aftur

Tað er í vikuni, sum stendur fyri framman, at ES kommiserurin í fiskivinnumálum fer at vitja í Føroyum. Maria Damanaki kemur til Føroya mikudagin, og hon fer avstað aftur longu hósdagin.

 

Tað er Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, sum er vertur, og sambært tíðindaskrivi frá Fiskimálaráðnum, so fara kommiserurin ella ES nevndarlimurin at tingast um mál av felags áhuga. Felags áhugamálini hjá Føroyum og ES í fiskaríhøpi eru fyrst og fremst uppisjóvarfiskasløgini.

 

Vitjanin er komin í lag eftir innbjóðing úr Føroyum.

 

Sambært heimasíðuni hjá løgtinginum, so fær uttanlandsnevndin høvi at hitta gestin úr ES. Tað verður hósdagin 12.desember ella seinna dagin, sum Damanaki verður í Føroyum. Fyrrapartin henda dagin eru tveir fundir ásettir at vera í uttanlandsnevndini. Fyrri fundurin verður klokkan 9, og tá kemdur Maria Damanaki, ES kommiserur í fiskivinnumálum, á fund við nevndina.

 

Talan verður ikki um langan fund. Longu klokkan 10 er nýggjur fundur ásettur at vera í uttanlandsnevndini. Tá er eitt mál á dagsskrá. Tað er uppskot um lóg um broyting í lóg um mál og málsøki føroyskra myndugleika at yvirtaka (at taka fult ræði á uttarríkis-, trygdar og verjumálum). Hetta málið hava tjóðveldi og framsókn lagt fyri tingið.