Tað sigur Dennis Holm, landsstýrismaður í samferðslumálum, í svari til ein grein 52a spurning frá Erlingi Eidesgaard, løgtingsmanni fyri Tjóðveldi.
Tingmaðurin spurdi soleiðis:
1. Hvat hevur Dalstunnilin, ið tunnilstoymið hevur staðið fyri at bora, samlað, t.e. íroknað eitt nú verkætlanarleiðslu, amboðs- og fíggjarkostnað, kostnað fyri hvønn metur, áðrenn veg og installatiónir? T.e. fyri tað ráa holið, arbeiðstryggjað við boltum og sproytubetongi?
2. Hvat hava, til samanberingar, tunlarnir Norður um Fjall, ið vórðu útbodnir í fríari arbeiðstøku, og eru boraðir í umleið sama tíðarskeiði, samlað kostað fyri hvønn metur av ráum holi, arbeiðstryggjað við boltum og sproytubetongi?
3. Um endamálið við tunnilstoyminum er at strekkja arbeiðið og harvið útreiðslurnar av smærri tunlum yvir fleiri fíggjarlógir, ætlar landsstýrismaðurin so
at kanna, um tað ber til at bjóða arbeiðið út, har slíkur fíggingarleistur er ein
fortreyt í útboðnum?
Landsstýrismaðurin vísir í svarinum á, at tunnilsliðið hjá Landsverki fór í november 2020 undir at gera eina nýggja farleið til Dals, og tunnilin varð skotin ígjøgnum 9. november 2023. Sjálvt arbeiðið at bora Dalstunnilin byrjaði tíðliga í 2021. Tunnilin er 2165 metrar langur, og tilhoyrandi vegagerð er 300 metrar.
– Samlaðu útreiðslurnar frá januar 2021 til september 2024 eru sambært Landsverki umleið 88 mió. kr. Nakað er eftir at tryggja í tunlinum, ið er mett at kosta millum 1 og 2 mió. kr. Hinvegin eru útreiðslur við í teimum 88 mió. kr., ið ikki hoyra til sjálvt tunnilsarbeiðið. Tað er vegarbeiðið á Skálavíkarvegnum og vegabreiðkan í Húsavík og Dali uppá umleið 2,5 kilometrar. Tað er trupult at meta neyvt um kostnaðin av hesum, tí fólk og maskinur hava verið brúkt bæði til tunnilsgerð og vegagerð, men mett verður, at hetta hevur kostað í øllum førum 6 mió. kr., sigur landsstýrismaðurin.
##med2##
Hann sigur víðari, at kostnaðurin fyri tunnilin er tí eini 84 mió. kr. (88 + 2 – 6 mió. kr.). Longdin á tunlinum er 2.165 metrar, og tískil er kostnaðurin 84 mió. kr./2165 m = 38.800 kr. fyri meturin.
– Í prísinum er eisini leigukostnaður fyri maskinur, sum svarar á leið til avskrivingar hjá
privatum fyritøkum.
– Her skal leggjast afturat, at tað eru rættiliga nógvir privatir arbeiðstakarar, ið eru undirveitarar á tunnilsarbeiðinum. Umleið ¾ av teimum 88 mió. kr. eru útgoldnar til privatar veitarar av ymsum slag, til dømis til keyp av spreingievni, fyri koyring av gróti og so framvegis.
TIl annan spurning svarar landsstýrismaðurin, at Tunlarnir Norður um Fjall eru 4.089 metrar samanlagt. Harumframt er vegagerð umleið 1,9 kilometrar.
– Boriarbeiðið við tunlunum Norður um Fjall er liðugt, men uppgerðin um endaliga kostnaðin millum Landsverk og arbeiðstakaran er ikki liðug. Tó hevur Landsverk gjørt eina kostnaðarmeting av tunlinum, sum er umleið 205 mió. kr.
– Við í hesum kostnaði er spreinging og tryggjan av tunlinum, byggipláss, fakeftirlit, byggileiðsla og annað, umframt prísvøkstur í byggitíðini.
– Kostnaðurin er tískil 205 mió. kr./4089 metrar = 50.136 kr. fyri hvønn metur, sigur Dennis Holm, landsstýrismaður.
– Her skal tó leggjast afturat, at tunlarnir Norður um Fjall eru 1 metur breiðari enn Dalstunnilin. Rúmdin á sprongda tunlinum er tí umleið 65 m3 fyri hvønn metur í tunlunum Norður um Fjall í mun til umleið 61 m3 í Dalstunlinum, sigur hann.
Kostnaðarmetingarnar skulu takast við fyrivarni. Viðvíkjandi Dalstunlinum er ikki beinleiðis skynað millum tunnilsgerð og vegagerð uttan fyri tunnilin. Viðvíkjandi tunlunum Norður um Fjall er endaligi kostnaðurin ikki gjørdur upp.
##med3##
TIl triðja spurining sigur landsstýrismaðurin, at tá tunlar skulu byggjast verður verklagslóg gjørd, sum ásetur samlaða kostnaðin fyri verkætlanina. Endamálið við verklagslógum er, at landsstýrismaðurin (Landsverk) kann gera fíggjarliga bindandi avtalur yvir ár fyri alla verkætlanina.
– Íløguætlan landsins ásetur árligu játtanina til tunnilsarbeiðið, sum arbeiðstakarin eisini bindur seg til at halda í sáttmálum. Í prinsippinum skal tunnilsarbeiðið steðga, tá árliga játtanin er brúkt, men eykajáttan verður at kalla altíð veitt, soleiðis at arbeiðið kann halda fram uttan steðg. Játtanin verður framskundað.
– Tað er bíligari fyri landskassan, verkætlanin verður skjótari liðug, og samfelagið fær skjótari gagn av íløguni, sigur Dennis Holm, landsstýrismaður.