Nógv er hent, men vit í Dali sita spyrjandi. Vegurin í Dalsbergi er verri enn nakrantíð. Summastaðni í leysum lofti og aðrastaðni fullur av gróti. Tvær reisur er nevnivert av peningi sett av til Dalstunnilin. Báðu ferð er peningurin fallin aftur í Landskassan. Undrunarsamt tykist hetta okkum í Dali, tí øll, sum hava hættað sær til Dals, munnu vera á einum máli um, at hesin vegur er ringasti landsvegur í Føroyum.
Nakrar kanningar eru gjørdar. So hvørt ein kanning sá dagsinsljós, bleiv hon køvd av serkunnleikanum. Var tað ikki Landsverk, var tað onkur friðingarnevnd. Ein maður varð settur við serkunnleika. Millum annað skuldi hann úttala seg sum staðarkendan persón. Hansara orð vóru ikki til mikið gagn. Hann mælti til, at vit brúktu Dalsberg at ferðast í, tí har var so vakurt, og synd er ikki at koyra á slíkum strekki. Lítið nyttar vakurleikin, tá grót og skriðir eru dagligir gestir. Landsverk gloypti hesum tó rátt. Eftir at hava staðfest, at ov lítið av stórskaða hendi i Dalsberg, bleiv málið lagt til síðis. Eina tíð blivu vit troystaði við, at maskinurnar, sum arbeiddu í Gásadalstunnlinum skuldu koma henda vegin. Í dag eru tær farnar av landinum og koma aldrin aftur.
Dalbingar vilja hava tunnil. Allir lata gleðiliga bæði bø og haga til endamálið. Verri er á hinari síðuni. Tríggjar vegaføringar eru teknaðar, men eingin sleppur út hinumegin. Er tað ikki ein heyggjur, er tað ein steinur. Er tað ikki ein steinur, er tað hóttanir um sakarmál fyri ov lítið gjald fyri lendið. Tað sær næstan soleiðis út, at Dalstunnilin skal ganga sum ein hestaskógvur. At hann bæði skal byrja og enda í Dali. Tekningin, ið nú liggur frammi er ikki tann besta. Tunnilin er óneyðuga langur og tí óneyðuga dýrur. Hetta av manglandi vælvild.
Sandoyggin hevur fingið eina lívsæðr, men Dalsbygd er nærri deyðanum enn nakrantíð. Tað er mítt inniliga ynski til Landsverk og tey sum ávirkan hava: "Gevist við at mótarbeiða Dalstunnilinum, tí hvør dagur við verandi støðu, er ein dagur í ótta".










