Dálking kann beina fyri bóghvítuhvalinum

Nøkur sløg av hvalum og delfinum eru so illa dálkað, at tey eru í vanda fyri at doyggja út um okkaa leiðir

Tað er ikki óvanligt at síggja Bóghvítuhval í Føroyum. Hesir spældu sær á Havnarvág fyri einum góðum ári síðani

Bóghvítuhvalurin í Evropa er í stórum vanda fyri at doyggja út.

Tað skrivar skrivar videnskab.dk.

Ein kanning vísir nevniliga, at summi sløg av hvalum og delfinum eru ógvuliga illa dálkað av PCB og tað tykist at ávirka nøringarevnini.

Eitt slag av hvali, sum er kannað, er bóghvítuhvalurin og granskarar stúra rætt og slætt fyri, at hann er í ferð við at doyggja út her um okkara leiðir í Evropa.

Fyri næstan 30 árum síðani varð PCB bannað, tí ábendingar vóru um, at tað ávirkar nøringarevnini, umframt at tað kann elva til krabbamein og ávirkar mótstøðuføri hjá bæði fólki og fæi.

Men ein nýggj kanning vísir, at nógv sløg av hvali og delfinum hava framvegis ómetaliga nógv PCB í sær, tí evni fer frá kvennhvali til hvølp við móðurmjólkini.

Danski profesarin, Rune Dietz, sum granskar súgdjór í Havinum, sigur, at nýggjasta kanningin er ræðandi lesnaður, skrivar Videnskab.dk

Hann sigur frá Paul Jepson á universitetinum í Oxford, sum stendur á odda fyri gransingarbólkin, Conservation Gevernance Laboratory, sigur, at tey hava kannað bólkar av bóghvítuhvalum, sum ikki hava fingið ein tann einasta hvølp í 10-12 ár, so teir eru í vanda fyri at doyggja út.

Heilt so dapurskygdur er Rune Dietz ikki, men hann væntar, at summir hvalastovnar fara at minka. Hinvegin vísir hann á, at bóghvítuhvalir undir Eysturgrønlandi, Íslandi og Norðurnoregi, nørast framvegis, men hvussu stórir stovnarnir eru, vita vit ikki, sigur hann.