TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Rás2 gjørdi við høvuðsvenjaran hjá EB/Streymi, Heðin Askham aftaná Heðin hevði sæð sínar spælarar tapa 1-2 ímóti Skála við Margáir í Streymnesi fyrr í dag.
Dagurin lagaði seg illa hjá EB/Streymi. Samstundis, sum EB/Streymur tapti vann 07 Vestur á B36, so nú eru sundalagsmenn bert fýra stig røttu megin niðurflytingarstrikuna. Heðin Askham slær fast, at hetta merkir, at teir mugu fáa stig í komandi dystinum á útivølli ímóti HB.
Heðin Askham heldur, at tað var serlig avrikið í fyrra hálvleiki ímóti Skála, tá Skála var á odda 2-0, sum gjørdist dýrt fyri EB/Streymi, har EB/Streymur ikki byrgdi upp fyri, tá Skála skoraði bæði málini hjá sær.