Dagurin eitur: Pætur í fongsli

August hevur navn sítt eftir rómverska keisaranum Augustusi. Tá ið teir høvdu gjørt av, at fimti mánaður í gamla rómverska kalendaranum, quintilis, skuldi hava navnið juli til minnis um Julius Caesar, hildu teir seinni, at Augustus átti at fáa sama heiðurin sum Julius, og sætti mánaður, sextilis, fekk navnið august.


1. august. Pætur í fongsli. Dagurin var á latíni róptur vincula Petri (fjøtur Pæturs) og varð hildin til minnis um, at ein eingil kom til hansara í fangarúminum, sló leinkjurnar av honum og bað hann fylgja sær út úr fongslinum. (Ápostlasøgan 13, 3- 23).