Dagurin eitur Mariumessa

15. september. Mariumessa síðari. Dagur hildin til minnis um ta sálarneyð, sum gekk á Mariu Moy fyri tær líðingar, sonurin mátti tola. Í summum álmanakkum stendur eisini navnið Áskel, ið er sama navnið sum svenska navnið Eskild. Trúboðarin Eskild varð steinaður í hel við Eskildstuna í Svøríki umleið ár 1080. Áskel merkir gudahjálmur.

(Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum, 2. broytta útgáva 2008)

 

Hesin dagur hevur eisini havt stóra ávirkan á, hvør er fátækur og hvør er ríkur – ella ikki ríkur longur ymsa staðni heiminum, tí tað var tann 15. september í 2008, at stóri amerikanski íløgubankin, Lehman Brothers, fór á húsagang.

 

Hendan dagin fyri tveimum árum síðani var fólkatingsval í Danmark, Føroyum og í Grønlandi. Tað var á hesum vali at reyða stjórnin hjá Helle Thorning-Schmidt vann meiriluta, ein meiriluta, sum hon í øllum veljarakanningum síðani hevur mist. Nú er skeið hennara hálvrunnið.

 

Av fólkum, ið hava føðingardag í dag kunnu vit nevna:

 

Enski krimihøvundurin, Agatha Christie. Hon varð fødd í 1890 og doyði í 1976,

 

Forsætisráðharrahjúnini, Jens Otto Krag og Helle Virkner, sjónleikari, eru bæði fødd hendan dagin. Jens Otto Krag í 1914 og hon í 1925. Jens Otto Krag doyði í 1978. Helle Virkner doyði í 2009. Hjúnini fóru hvør til sítt í 1973.

 

Amerikanski fimsleikstjórin, Oliver Stone, hevur eisini føðingardag í dag. Hann er føddur í 1946. Og íslendski heimsgitni fótbóltsspælarin, Eiður Guðjónsson, fyllir 35 ár í dag