Í dag er hósdagur 29. desember.
Dagurin eitur Nóa. Dagur til minnis um mannin, sum gjørdi ørkina (1. Mós; 6-9).
Kelda: Dagar og nøvn í álamanakkanum (Axel Tórgarð).
Hendingar henda dagin:
1937: Núverandi írska grundlógin kom í gildið. Írski frístaturin bleiv hervið umdoyptur til Eire, ið er almenna navnið enn í dag.
1989: Rithøvundurin, heimspekingurin og politiski andstøðingurin móti kommunistisku stjórnina, Vaclav Havel, gerst forseti í Kekkoslovakia. Hann gjørdist seinasti forseti í Kekkoslovakia (1989-1992) og gjørdist fyrsti forseti í nýggja landinum Kekkia (1993-2003), eftir at Kekkia og Slovakia fóru hvør til sítt.
Føðingardagar:
- William Gladstone (1809-1898). Fyrrverandi liberalur bretskur forsætismálaráðharri. Hann sat í fýra umførum, frá 1868-74, 1880-85, 1886 og 1892-94. Hann er tann forsætismálaráðharrin, ið hevur sitið oftast í embætinum og eisini tann higartil elsti. Hann var 84 tá hann fór frá fyri seinastu ferð. Hann skeyt upp longu í 1886, at Írland skuldi fáa heimastýrið. Tað bleiv ikki viðtikið.