Kenni væl til strævnu arbeiðsviðurskiftini á redaktiónini hjá Degi og Viku. Tí vóni eg, at tað var strongd og ikki onnur motivir, ið lógu aftan fyri tíðindainnslagið í Degi og Viku mánakvøldið, har eg kendi meg stórliga misnýttan í ávísum politiskum spæli.
Dagur og Vika gav ta myndina, at eg sjálvur og Javnaðarflokkurin ongar trupulleikar hava av Irak krígnum og hernaðarligari flúgving í føroyskum loftrúmi yvirhøvur. Og so bleiv spurningurin um ólógligan fangaflutning vavdur inn í myndina. Lat meg gera tað heilt greitt. Eg sjálvur og harvið eisini Javnaðarflokkurin hava ferð eftir ferð mótmælt ólógligum fanglaflutningi í føroyskum loftrúmi, og vit hava eisini mótmælt Irak krígnum. Hesa støðuna standa vit framvegis við.
Landsstýrismaðurin í úttanríkismálum, sum ikki hevur stundir at vera við til at viðgera fíggjarlógina, keðir seg eftir øllum at døma so mikið nógv, at hann nú vil hava fjølmiðlarnar at seta dagsskránna fyri seg í einum máli, sum ikki er aktuelt í løtuni. Tí verður ein “ballón” send út, sum er ein samanvavstur av ymiskum málum. Hetta hevur hann loyvi til, men man má sum brúkari vænta, at fjølmiðlar er kritiskir og vaknir. Tað er Dagur og Vika ikki í hesum føri. Í staðin spennir hon seg fyri ein vogn við politiskari propagandu. Hvussu ber tað til dømis til, at man vil vera limur í Partnership for Peace, men samstundis vil venda NATO bakið? Her er abslolut ongin samanhangur.
Niðanfyri skal eg fyri ordans skuld viðleggja seinasta tilmæli, sum eg gjørdi í uttanlandsnevndini um hetta málið. Tað var 12. des. 2007. Síðani tá hevur ongin umbøn um flúgviloyvi verið í uttanlandsnevndini:
12. des. 2007: Svar í sambandi við ráðførslu løgmans við uttanlandsnevndina um hernaðarligt flúgviloyv
Altjóða mannarættindadagurin er júst farin aftur um, nú vit vitgera umbønina frá USA um hernaðarligt flúgviloyvi í føroyskum loftrúmi.
Eins og í sambandi við sama mál seinastu tvey árini er tað mín avgjørda hugsan, at Føroyar í svari sínum eiga at gera vart við, at vit á ongan hátt góðtaka loyniligan flutning av fangum gjøgnum føroyskt loftrúm við pínslu sum endamáli. Harnæst eigur landsstýrið at heita á donsku stjórnina um at fáa kannað og staðfest, hvørt loftrúmið yvir Føroyum verður brúkt til ólógligan flutning av fangum.
Av tí, at altjóða samfelagið bæði er við í uppbyggingini av Irak og í altjóða stríðnum ímóti yvirgangi, eiga vit kortini ikki at sýta fyri at geva loyvi til hernaðarliga flúgving, ið uppfyllir hesi altjóða endamál. Í 2002 vildi Javnaðarflokkurin ikki geva sítt samtykki orsakað av, at ST ikki hevði góðkent álop á Irak. Í dag er støðan ein onnur, nú talan er um uppafturbygging av Irak, sum altjóða samfelagið er við í. Tískil eiga føroyskir myndugleikar ikki at seta seg ímóti, at flogið verður gjøgnum føroyskt loftrúm fyri at hjálpa irakska fólkinum og fyri at útinna aðrar uppgávur, ið eru góðkendar og samtyktar av altjóða samfelagnum.
Við hesum og við viðmerkingunum til sama mál seinastu tvey árini meti eg meg skilliga at hava gjørt mína støðu greiða í sambandi við hernaðarligt flúgviloyvi í føroyskum loftrúmi.