Dagur & Vika víkir fyri donskum undirhaldi

Tíðindaleiðarin í Kringvarpinum harmast stórliga avgerðina hjá stjóranum um at raðfesta X-Factor fram um Dag & Viku í kvøld


»Tað kemur ikki uppá tal at Dagur & vika verður flutt, tá DR sendir X-Factor«

So avgjørdur var tíðindaleiðarin í Kringvarpinum, Jón Brian Hvidtfeldt, í viðmerking í Dimmalætting í gjár.

Í morgun visti Portalurin kortini at siga, at Dagur & Vika víkir fyri X-Factor í skránni hjá Kringvarpinum í kvøld. Sostatt verður føroyska tíðindasendingin ikki á skíggjanum fyrr enn klokkan 20 - ein tíma seinni enn vanligt


Sera óheppið

Sosialurin hevur spurt tíðindaleiðaran Jón Brian Hvidtfeldt, nær hann hevur broytt meining um, nær hansara fólk á Degi og Viku skulu til arbeiðis í kvøld.

- Eg havi avgjørt ikki broytt meining. Eg fekk harraboð frá stjóranum í Kringvarpinum í gjárkvøldið, um at flyta Dag & Viku, og tann avgerðin var týðiliga endalig, sigur Jón Brian Hvidtfeldt.

Tíðindaleiðarin dylur ikki yvir, at hann heldur tað vera stak óheppið og ørkymlandi, at stjórin í Kringvarpinum hevur valt at raðfesta eina danska undirhaldssending fram um einastu føroysku tíðindasendingina í Sjónvarpinum.

- Hetta er ikki bara serstakliga bekymrandi. Vandi er eisini fyri, at ein slík avgerð skapar presedens, so Dagur & Vika aftur má víkja, næstu ferð ein sending sum finalan í X-Factor trokar seg á, sigur tíðindaleiðarin.

Sambært stjóranum í Kringvarpinum, Anniku M.Jacobsen, skal avgerðin um at flyta Dag & Viku tó metast sum eitt eindømi

- Tað er ikki á hvørjum degi, at ein føroyingur er so nær við at vinna í eini so væl umtóktari sending. Og føroyingar fylgja sum vera man væl við í kappingini. Ovurhonds stóri áhugin millum føroyingar fyri sendingini er orsøkin til, at eg havi tikið avgerð um, at X-Factor finalan skal sendast beinleiðis, sigur Annika M. Jacbson.


Eindømi

Hóast Annika M. Jacobsen sigur seg hava stóra virðing fyri, at tíðindaleiðarin hevur eina aðra meining, valdi hon ikki at taka tað til eftirtektar hesuferð.

- Sum stjóri er tað mín uppgáva at skera ígjøgnum í slíkum førum, men tað merkir ikki, at eg ikki havi virðing fyri sjónarmiðunum hjá deildarleiðararnum, sigur stjórin.

Sum kunnugt eru føroysk tíðindi millum fremstu public service skyldur hjá Kringvarpinum. Kortini heldur Annika M. Jacobsen tað ikki vera at skúgva hesa skyldu til viks, nú Dagur og Vika má víkja fyri X-Factor.

- Hetta snýr seg um eina einstaka Dag&Viku sending. Eg meini avgjørt ikki, at tíðindasendingar skulu flytast í tíð og úrtíð.Og verður tað aktuelt eina aðru ferð, skal tað diskuterast væl og virðiliga, har grundgevingin fyri ikki at flyta tíðindini altíð fer at viga sera tungt, lovar Annika M. Jacobsen.

Meðan Jón Brian Hvidtfeldt minnir á, at sjálvt DR ikki letur slíkar undirhaldssendingar órógva tíðindasendingarnar, vísir Annika M. Jacobsen á, at hetta ikki kann samanberast við støðuna í Kringvarpinum.

- Um vit høvdu ráð at gera okkara egnu undirhaldssendingar, høvdu vit sjálvandi heldur ikki latið tær órógva tíðindasendingarnar. Hetta vísir bara enn einaferð, at stórur tørvur eisini er á føroyskt framleiddum undirhaldssendingum, sigur Annika M. Jacobsen.

Hesum er Jón Brian Hvidtfeldt púra samdur í. Kortini heldur hann tað framvegis liggja eitt sera óheppið signalvirði í, at einast føroyski public service stovnurin raðfestir danskt undirhald fram um føroysk tíðindi - eisini um tað bara er hesa einu ferðina.