Hoyvík: Sólin bakaði niður í Hoyvík, tá Sosialurin kom framvið ein morgun uppi í Dagstovninum. Bæði børn og starvsfólk hugnaðu sær uttanfyri . Nøkur børn spældu í sandinum, onkur súkklaði, onkur triðji var í reiggjunum og so var tað onkur sum gekk og rann við einum flugusmekkara og royndi at kroysta eina veps ella báðar tvær.
Børnini byrja nú so smátt at koma aftur úr summarfrítíðini, og stovnurin byrjar so smátt at fyllast, og um smáar tvær vikur, verður ein stórur dagur. Tá fyllir dagstovnurin í Hoyvík nevniliga 20 ár, og tá verður dagurin hátíðarhildin við ymiskum tiltøkum á stovninum og veitslu fyri starvsfólkinum seinni.
? Seinnapartin fara vit at hava opið hús, har vit fara at hava eina myndaframsýning. Vit vóna at síggja so nógv gomul børn, sum møguligt, sigur Ingun Pedersen, leiðari á Dagstovninum í Hoyvík.
Trívast væl
Ein café verður eisini sett upp í tí stóru stovuni, og børn, sum hava gingið á Dagstovninum fara at undirhalda við tónleiki.
Ingun Pedersen hevur arbeitt á Dagstovninum í Hoyvík øll 20 árini, og seinastu árini hevur hon eisini verið leiðari.
? Tað eru nógv tey somu fólkini, sum hava verið her øll árini, og vit trívast eisini ótrúliga væl. Stovnurin er í sær sjálvum ikki broyttur nógv øll árini, og barnatalið er tað sama, sum tað var tá vit byrjaðu, greiðir Ingun frá.
Dagstovnurin í Hoyvík hevur pláss fyri 72 børnum. 30 vøggustovubørnum og 42 barnagarðsbørnum.