Nógv verður í dag tosað um, at børn skulu røra seg, og at rørsla ávirkar bæði menning og trivnað hjá børnum. Dagstovnurin í Hoyvík hevði í seinastu viku rørslu sum tema Tað er týdningarmikið, at børn røra seg, og kanningar vísa, at rørsla ávirkar bæði menning og trivnað hjá børnum.
Á Dagstovninum í Hoyvík hava tey sett sær fyri ikki bara at tosa um rørslu, men at røra seg. Og seinastu viku var hetta sett í skema.
Børnini á stovninum vórðu býtt í fýra aldursbólkar og fingu síðani uppgávur, sum passaðu til teirra. Tey klintraðu í trøunum í Viðarlundini, spældu rørsluspøl í Gundadali og Hoyvíkshøllini, vitjaðu spælipláss og sparkivallir og fóru túrar í hagan.
Starvsfólkini lata væl at og halda, at hetta var ein sera góð og avbjóðandi vika bæði fyri børnini og starvsfólkini.










