Dagstovnaøkið raðfest í Tórshavnar Kommunu

Tað skal vera lagaligt at vera barnafamilja í Tórshavnar Kommuna. Men tað kemur ikki av sær sjálvum. Tað skal raðfestast – og tað hava vit gjørt í Tórshavnar Kommunu. Sum forkvinna í mentamálanevnd býráðsins havi eg lagt dent á at raðfesta barna- og dagstovnaøkið. Millum annað við at broyta gjaldsskipanina  á dagstovnunum soleiðis, at ein barnafamilja í dag einans rindar gjald fyri eitt av fleiri systkin á dagstovni.

 

Um tað er ein samanhangur er ilt at siga, men vit mugu fegnast um, at barnatalið í Tórshavnar Kommunu veksur, og tað ger fólkatalið eisini.

 

Í  grundini eru tað stórtíðindi. Tí júst skeiva fólkasamanseetingin hevur verið mett sum størsta avbjóðing hjá bæði Tórshavnar Kommunu og hjá øllum Føroyum.

 

Einans eitt gjald fyri fleiri systkin á dagstovni

Í januar 2016 settu  vit eina skipan í verk, sum merkir, at barnafamiljur einans skulu rinda dagstovnagjald fyri eitt barn, um so er at familjan hevur fleiri børn á stovni.

 

Eg haldi at hetta er ein genial skipan, og ein fyrimunur fyri barnafamiljur. Skipanin er einføld at umsita, og hon vendir sosialt rætt, so at familjur við fleiri børnum í dagstovnaaldri fáa tann størsta ágóðan. Harafturat kunnu vit vóna, at tað nú verða enn fleiri børn sum fáa eitt systkin afturat.

 

Fleiri námsfrøðiligir tímar eru næsta átakið

Tað næsta er at raðfesta fakliga og námsfrøðiliga virksemið á stovnum okkara. Tað merkir at vit skulu veita fleiri námsfrøðiligar tímar til børnini, og eisini gera íløgu í starvsfólkini, so at fyrireikingin kann fara fram sambært greiðum stevnumiðum.

 

Á henda hátt verða okkara stovnar eisini betri førir fyri at rúma øllum børnum, eisini børnum við serligum tørvi.

 

Góður barnafrádráttur og lægri skattur

Eisini barnarfrádráttin hava vit hækkað og er hann nú 8.000 kr  pr. barn. Kommunuskattaprosentið er lækkað við einum  prosenti niður í 19.75 %.

 

Samanumtikið mugu vit siga, at tað er blivið betri at vera barnafamilja í Tórshavnar Kommunu.

Og henda kósin skal haldast.

 

Helena Dam á Neystabø, valevni Javnaðarfloksins til býráðsvalið