Dagstovnaøkið – álit heldur enn eftirlit.

Siti við mítt skrivaraborð og eygleiði børn í dagstovninum Undir Brúnni í Havn verða heintað, nú arbeiðsdagurin er um at líða hjá teimum flestu. Og eg kann ikki annað enn fegnast um tað góða arbeiði, sum verður gjørt úti á øllum dagstovnum í Føroyum.

Siti við mítt skrivaraborð og eygleiði børn í dagstovninum Undir Brúnni í Havn verða heintað, nú arbeiðsdagurin er um at líða hjá teimum flestu. Og eg kann ikki annað enn fegnast um tað góða arbeiði, sum verður gjørt úti á øllum dagstovnum í Føroyum.

Gjørdi til stuttleika eitt rend inn á heimasíðuna hjá Hagstovu Føroya. Og tá eg hevði kannað tølini, varð tað greitt, at at kalla øll børn í Føroyum eru á stovni, frá tey eru eitt ára gomul og til tey eru seks ára gomul.

 

 

Børn á stovni í Føroyum í tølum og %um  í 2004 0g 2014

 

 

 2004                                                   2014

Aldur

Børn á stovni/børn tils.                  Børn á stovni/børn tils.

0 ár

     131/704= 18%                                 113 / 629 = 18%                               

1 ár

     564/724 = 77%                                 513 / 613 = 83%                               

2 ár

     588/646 = 91%                                 543 /590 = 92 %                               

3 ár

     600/746 = 86 %                                578 /656 = 88 %                               

4 ár

     631/684 = 92 %                                621/624 = 99,5 %                             

5 ár

     601/716 = 83 %                               634 / 681 = 93 %                              

6 ár

     596/726 = 82%                                700/694 = 100 %                              

Meðal %

        85,1 %     (2-6 ár)                          92,5 %  (2-6 ár)                             

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Tað er umráðandi at tryggja, at karmarnir á dagstovnaøkinum eru í lagi, at normeringarnar eru nøktandi, at fakligheit og námsfrøði er góð, og at barnið altíð er  í fokus. 

-        Vit skulu skipa so fyri, at samstarvið millum stovn og myndugleika byggir á álit heldur enn á eftirlit.

-        At arbeiðs- og lønarviðurskifti hjá námsfrøðingum verða endurskoðað.

-        Og  vit skulu tryggja, at minstamark skal vera fyri, hvussu nógvir tímar starvsfólk skulu hava til hvørt barnið, sum gongur á dagstovni.

Í Tórshavnar kommunu hava vit arbeitt við at seta orð á ein yvirskipaðan barna- og ungdómspolitikk. Tað var umráðandi, at seta orð á hesar málsetningar, áðrenn vit fara at broyta eina skipan, sum í flestu førum riggar væl. Verða tað gjørdar broytingar í skipanini, so skal tað vera í góðum samstarvi við allar partar á økinum.

Børn skulu hava best hugsandi umstøður, har sum tey eru ein stóran part av gerandisdegnum.  Og tað er á dagstovni.

Helena Dam á Neystabø, valevni Javnaðarfloksins