Sum vit so mangan fyrr hava sæð, so fylgdu aftur hesaferð nakrar útvaldar talvur og grafar við uppskotinum, sum skuldu vísa, at heildarveitingin hevur lítið og einki at týða fyri føroyska búskapin. Upplýst varð millum annað, hvussu nógv prosent hon er av bruttotjóðarúrtøkuni, og hvussu stórur partur hon er av samlaðu inntøkum landskassans.
Men hví brúka júst hesi tølini? Hví ikki heldur rokna út, hvussu stóran týdning heildarveitingin hevur fyri samlaða úrslitið á botnlinjuni hjá landskassanum?
Talandi tøl
Rætt er tað, at heildarveitingin síðani 2001 er minkað við 36 prosentum, men í sama tíðarskeiði er avlopið hjá landskassanum minkað við ikki minni enn 172 prosentum.
Í 2001 var heildarveitingin 298 mió. krónur størri enn avlopið, men nú er avlopið vent til 500 mió. krónur í halli, meðan heildarveitingin framvegis heldur sær uppi á góðum 600 mió. krónum. Sostatt er heildarveitingin nú umleið 1.100 mió. krónur omanfyri “avlopið”.
Tað sum eftir er av heildarveitingini er ein líka stór upphædd, sum tað kostar at bora ein Sandoyartunnil um árið!
Søguliga gongdin
Mangt er broytt, síðani hin minniliga 17. mars 2000, tá fullveldislandsstýrið var til fyrstu samráðingarnar í Keypmannahavn, um at skipa Føroyar sum fullveldi.
Longu á fyrsta samráðingarfundinum legði landsstýrið upp til, at vit skuldu hava 15 ára búskaparliga skiftistíð. Eitt innviklað roknistykki varð sett upp sum segði, at Føroyar skuldu hava eina árliga veiting úr ríkiskassanum á 650 mió. krónur, líka til føroyska bruttotjóðarúrtøkan var vaksin til eina so stóra upphædd, at tær 650 milliónirnar svaraðu til 3 % av bruttotjóðarúrtøkuni. Frá tí degi skuldi heildarveitingin minkast burtur eftir trimum árum.
Um vit dividera 650 mió. við 3 og falda við 100, so síggja vit, at 650 mió. eru 3 % av 21,7 milliardum. Tað vil siga, at 3 ár aftaná at samlaði føroyski búskapurin var komin uppá 21,7 mia., skuldi heildarveitingin burtur. Til ta tíð, skuldi hon vera 650 mió. krónur um árið.
Danska fíggjarmálaráðið roknaði seg fram til, at um vit fylgdu hesum leistinum, so fór skiftistíðin at vara millum 50 og 80 ár.
Nú eru vit komin út í níggjunda árið síðani 2000, og enn er bruttotjóðarúrtøkan bara komin uppá einar 12 milliardir, so um vit skulu fylgja sáttmálauppskotinum hjá fullveldislandsstýrinum, so verður tað ein løta (helst rættiliga nógv ár), til vit koma uppá hasar 21,7 milliardirnar.
Seldu oljuna áðrenn hon var funnin
Vit skulu sjálvandi ikki síggja burtur frá, at fullveldissamráðingarnar byrjaðu um somu tíð, sum fyrireikingar vórðu gjørdar til fyrstu royndarborðingarnar eftir olju á Føroyska landgrunninum, so helst hava oljudreymarnir givið stórar vónir um ein eksploderandi búskaparvøkstur.
Á næsta samráðingarfundinum hálaði fullveldislandsstýrið henda stóra trumfin upp úr ermuni. Ein roynd varð tá gjørd at viga møguligar føroyskar oljuinntøkur upp ímóti heildarveitingini. Ein roynd var eisini gjørd at fáa sett nýggja ríkissáttmálan stigvíst í gildi soleiðis, at Føroyar kundu verða hangandi í ríkinum í 15 ár, og sostatt varðveita rættin til blokkstuðul í eina tíð. Afturat hesum segði landsstýrið seg eisini hava ein triðja møguleika kláran, nevniliga eitt uppskot um at øll uttanlandaskuldin í ríkinum skuldi verða løgd saman og síðani verða býtt millum partarnar eftir fólkatali. Harvið høvdu Føroyar verið so at siga skuldarfríðar, meðan danskir skattgjaldarar høvdu hingið upp á rokningina. Einaferð var talan eisini um at fáa eitt triðja land (Ísland) at vera semingsstovnur. Tann nú so víðagitni David Oddson skuldi vera semingsmaður, men treytirnar frá donsku stjórnini vóru greiðar: Føroyar fingu fullveldi, um Føroya fólk ynskti tað, men so merkti tað eisini, at føroyingar mistu danska ríkisborgararættin, og búskaparliga skiftistíðin bleiv trý til fýra ár.
Fyrst olju síðani fólkaatkvøðu
Tá talan var um at hava fólkaatkvøðu í mai 2001, mælti Helena Dam á Neystabø til at bíða til 14. september, tí tá vistu vit, um vit høvdu funnið olju. Hon hevði helst ikki hugsað tann tankan, at vit kanska ikki funnu nakra olju.
Og so var tað fólkatingsvaldagin í 2001. Tá hevði Høgni Hoydal funnið olju. Í lýsing í bløðunum boðaði hann frá hesum, og at tað nú bara var ein spurningur um, hvør átti oljuna.
Lekur ímillum teori og praksis
Sigast má, at teoriirnar hava verið nógvar og fagrar, tá talan hevur verið um at lækka heildarveitingina, men í praksis hevur veruleikin verið ein annar.
Neyð lærir nakna kvinnu at spinna, verður sagt. Vit hava lækkað heildarveitingina og kanska er onkur blivin meira nakin, men framvegis verður ikki meira spunnið enn tað sama.