Dagsins fuglfirðingur

Lagið á toppskjúttanum hjá ÍF var í topp, tá tað eftir dystin kundi staðfestast, at frísparksmálið hjá honum eftir øllum at døma hevur tryggjaði ÍF ein eyka møguleika í deildini

Fótbóltsprát

Hann hevur gjørt tað oftani áður, men hóast hetta, so ásannaði Høgni Zacharisen, at trýstið undan málgevandi sparkinum móti B36 var størri, enn tað so oftani áður hevur verið.
- Sjálvandi hugsar tú um tað. Har stóð jú heilt nógv upp á spæl, og vit skuldu hava stig burtur úr dystinum.
- Og so var tað eisini tað, at Magni (á Lakjuni, blðm.) og eg hava havt eina lítla innanhýsis kapping um fríspørk. Hann hevði jú skotið eitt fyri steðgin, so hesaferð var tað mítt tørn, og tað spældi so tíbetur væl av. Eisini hóast fleiri eftir dystin hildu fast um, at nógvi vindurin gjørdi sítt, men tað passar ikki. Stormurin byrjaði ikki av álvara fyrr enn allar seinastu løtuna av dystinum, og tá hevði eg longu skorað!
Í tí kappingini tykist tað annars mest sum avgjørt, at Høgni verður tann ovari av teimum. Í øllum førum, um tað er Høgni sjálvur, sum stendur fyri roknskaparhaldinum.
- Magni pástendur, at hann hevur skotið tvey beinleiðis fríspark í mál, men eg haldi hann lýgur. Mær vitandi er tað bara eitt, og hetta var mítt triðja, so tað er nokk lítil ivi um, at tað eri eg, sum eigi at skjóta, tá vit næstu ferð fáa møguleikan, heldur hann.

Einki er avgjørt
Í skrivandi løtu sigur stigatalvan, at ÍF nú er fýra stig undan B68, so tað kann meira enn so hugsast, at júst hetta seinasta frísparksmálið frá Høgna var tað, sum bjargaði árinum í Fuglafirði.
Men sjálvur vil toppskjútti hjá ÍF so ikki taka nakað fyri givið.
- Teir hava so framvegis seks stig eftir at spæla um, og fáa teir fýra av hesum, so eru teir ájavnir okkum í stigum. Og innanhýsis eru teir eisini betri, so vit taka einki fyri givið, sigur hann, áðrenn hann leggur afturat, at fuglfirðingar sjálvandi eisini sjálvir hava møguleikan at vinna í Klaksvík á seinasta degi, og harvið avgera alt.
- Men tá tað er sagt, so sær tað sjálvandi eisini hampuliga gott út hjá okkum nú. Vit hava í øllum førum lagt trýst á B68 undan teirra dysti mánakvøldið, og hartil skal B36 nú helst vinna á B68 í seinasta umfarinum fyri at ogna sær silvurið, so jú. Tað sær betri út.

Máttu stríðast
Fuglfirðingarnir mundu annars ikki halda sjálvir, at tað stóð nakað serligt til, eftir at teir fyri viku síðani taptu á Svangaskarði.
Síðani tá hevur nógv orka verið løgd í sálarligu løðingina til dystin móti B36, og tað skuldi eisini vísa seg, at tørvur var á hesum. Ikki minst, tí B36 eftir bara átta minuttum snaraði 1-0 til 1-2.
- Vit tosaðu um tað í steðginum, og niðurstøðan var greið. Har var einki annað hjá okkum at gera, enn at stríðast av allari megi. Vit máttu og skuldu hava stig burturúr dystinum, og tað fingu vit so tíbetur eisini, staðfesti dagsins maður í fuglafirði at enda.