Kommunutíðindi
Í frágreiðingini til roknskapin hjá Nes kommunu, verður sagt, at eftirspurningurin eftir plássum í dagrøktini øktist í 2001; tí valdi kommunan at keypa gamla B68-húsið, sum nú rúmar spælistovu hjá dagrøktini, frítíðarskúla og útibarnagarði.
Býta útreiðslurnar
Eftir dagrøktarskipanini, rindar kommunan nú 70% av útreiðslunum til barnaansingina og foreldrini 30%. Tað er Almanna-og Heilsumálastýrið, sum hevur ábyrgdina av almannaveitingunum.
Við útibarnagarðinum, er talið av børnum,sum verða ansað, eini 125.