Bløðini og útvarpini og sjónvarpini í Føroyum viðgera dagligu hvørvisjónir, í tíðindum og aktuellum, ið er komandi og farandi, ið fólki skjótt gloymir, ið fellur í gloymskunar hav.
Eg eygleiði, filosoferi, granski, lesi, alt av áhuga, og fái síðan samanfata tað, ið ein sær og hoyrir og kennir á sær, hvat fer at henda uttanlands/heima, ið rakar allar føroyingar.
Tað er ótrúligt dagliga at síggja og uppliva øll gerast dølsk, sløv og tá hesi ikki læra seg at lurta eftir, hvat ið sagt verður við tey, ið ikki nýta sítt umhugsni, áðrenn tey vilja svara aftur.
Tað er væl einki at siga til, tá ið øll eru fjøtrað, heiladálkað, vaskað, indoktrinerað í sinnalagnum, ið skapar fortreytir/ grundarlagi fyri vrangfatanir, hugsanir hjá føroyingum.
Tað er fakfólkið innan barnaansing, uppaling, frálæru, undirvísing, barna-garðar, frískúlar, hægri skúlar, lærustovnar, ið er høvuðsupprunin til alt ið ein greiðir frá.
Tað er alt grundleggjandi skeivt og órættvíst skipað úti í øllum kommunum, og soleiðis sum føroyingar í síni heild liva og virka sum programeraðir robottar hjá valdsharrum v. fl.
Øll egoistisk og matrialistisk hugsandi og líkasælu mótvegis teim brekaðu, menningartarnaðu, gomlu, sjúku, veiku í samfelagshøpi, eru einki øðrvísi enn øll omanfyri nevndu.
Tað er gott at ein kennir øll síni medmenniskju og kennir teirra uppruna ið ein sær og hoyrir og kennir á sær og fær avvápna øll ið vilja lata sína misnøgdir raka ein í Havnini.
Undirhaldið í bløðum, útvarpum, sjónvarpum, setir ikki nakað fjøltátta virksemi ígongd, ið gevur føroyska búskapin í dag fleiri bein at standa á, tá ið talan er um mentan og list.
Tað er troyttandi við øllum endurtøkum í bløðum, útvarpum, sjónvarpum, í diskrimineraða viðskiftafólkið, ið ikki vera eins viðfarin av blað- og fjølmiðlastjórum og fólkum í dag.
Eg haldi ikki útgangsstøðið hjá bløðum, útvarpum, sjónvarpum og fólki ið arbeiða, starva innan hesi er tað rætta, tá ið tað ikki tekur støði út frá livikorum arbeiðandi verkafólki.
Tað er ein rættulig kollvelting hend síðani ein av fyrstan tíð bleiv digin av bløðum, síðan útvarp og sjónvarp og hvørs ein hevur møtt nógva mótstøðu frá teim her í Havnini.
Eg havi eisini ligið undir brot á donsku grundlógina §77 um tali- og skrivifrælsi undir ábyrgd av dómstólum og fyribyrgjandi reglur og sensur ið hesi hava framt ímóti mær.
Eg verið viðfarin øðrvísi av teim, tað bæði sær og upplivir ein jú dagliga, tá ið einum verður sett øðrvísi treytir, enn tá ið talan er um onnur skrivandi og talandi føroyingar í dag.
Tað kann ikki sigast at bløðini, útvarpini, sjónvarpini eru frí og fræls ið stýrd vera av stórkapitalistum og ikki av teimum ið gjalda fyri bløðini, útvarpini, sjónvarpini í Havnini.










