Dagføring av hjúnabandslógin er krav!
Summir flokkar og valevni hava sum høvuðsmál at tryggja, at hjúnabandslógin ikki verður dagførd.
Mítt lyfti er tað øvugta.
Dagføring av hjúnabandslógini er eitt ófravíkiligt krav, um eg sum tingmaður skal vera við í eini samgongu.
Javnstøða millu allar borgarar í landinum átti at verið sjálvsøgd, men málið um dagføring av hjúnabandslógini hevur prógvað, at tað er hon ikki. Summi arbeiða hart fyri at forða hesum, og ræðumyndirnar eru nógvar, tá hesi tilvitað virka fyri at grugga málið.
Lat meg tí sláa eitt rimmarfast.
Kirkjur og samkomur fara ongantíð at verða tvungnar at víga samkynd. Tey, sum royna at gera ein spurning um grundleggjandi borgararættindi til ein spurning um átrúnað, áttu at skammað seg!
Mín greiða sannføring er, at kirkjur og samkomur sjálvar skulu takast støðu til spurningin, og tað eru flest øll samd um.
Hjúnabandið hjá teimum hinskyndu broytist onki, men tey samkyndu vinna rættindi, sum bert hinskynd hjún eiga í dag. Tí skulu tey sjálvandi fáa lovyi at giftast borgarliga tvs. á kommunukontórinum.
Í botn og grund haldi eg, at hjúnabandið, sum er grundað á kærleika millum tvey mennisku, skapar støðufesti í samfelagnum, og at vit eiga at halda fast við hjúnabandi sum stovn í samfelagnum.
Men øll mugu vera við.
Kærleikin millum tvey samkynd, tvíkynd ella tveir transpersónar er júst hin sami, sumkærleikin millum tvey hinskynd, og at summi vilja gera teirra kærleika til nakað, sum er verri enn kærleikin millum hinskynd, er so niðurgerandi og kúgandi, at eg eigi ikki orð fyri tí!
Sum samfelag mugu vit ongantíð góðtaka, at okkara lógir tilvitað útihýsa persónar ella borgarar, tí at teir eru øðrvísi enn vit sjálvi. Og vit mugu ongantíð stigbenda kærleikan millum menniskju, og niðurgera og kúga tey, sum liva eitt øðrvísi lív enn vit sjálvi!
Og tí meldi eg púra greitt út, at eg ongantíð fari í eina samgongu, sum góðtekur, at munur er á føroyingum.
Ongantíð!