Landsfundur
Á landsfundinum hjá Sambandsflokkinum, sum er í Havn hetta vikuskiftið, varð stevnuskráin hjá flokkinum endurskoðað við tí fyri eygað, at gera nakrar tillagingar.
Gjørdarð vórðu nakrar broytingar, og hesar eru flestar málsligar snúðingar.
Eilif Samuelsen, sum legði broytingarnar fram, segði, at Sambandsflokkurin altíð hevur uppfatað Føroyar sum ein tjóð, og nú er orðið eisini at finna í fyrstu greinini í stevnuskrá Sambandsfloksins. Í viðmerkingunum varð eisini stjórnarligar broytingar nevnt. Hesar skuldu tæna fólkinum best, verður sagt í viðmerkingunum.
Eilif Samuelsen segði eisini, at tað var neyðugt við broytingunum. Hann segði, at fleiri tær somu orðingarnar vórður við, men tað varð sett í annað samband. Fiskivinnan fær framvegis gott rúm í stevnuskránni, og oljan og KT-vinna verða eisini nevnd.
Sum heild varð mest talan um broytingar í orðavalinum. Nøkur meira hóskandi orð vórðu sett í staðin fyri nøkur eldri, men talan var kortini ikki um stórar broytingar.
Jákup Joensen segði í einari viðmerking til broytingarnar í stevnuskránni, at hann vildi hava føroysku tjóðina at standa greitt fleiristaðni. Hann fíltist eisini á, at danskt mál fær so gott pláss í stevnuskránni. Hann helt, at hetta ikki var upp í tíðini, og tað hoyrdi einari farnari tíð til, hóast hann helt tað hava týdning at føroyingar læra danskt.
Eilif Samuelsen greiddi frá, at orsøkin til tað, at føroyska tjóðin varð skift út við føroyska fólkið fleiri staðni í stevnuskránni, skyldast málsligum og praktiskum sneiðingum.
Í sama viðfangi tók Eilif Samuelsen spurningin um danskt mál í skúlum og aðrastaðni í Føroyum upp at venda. Hann helt tað hava stóran týdning, at danskt varð verandi í føroysku skúlunum, og hann helt, at kreftir gjørdu seg galdandi, sum vildu syrgja fyri at forða donskum at festa røtur í Føroyum,
Danskt skal ikki hava nakran fyrimun fram um hini, men tað hevur stóran týdning, at børnini kunnu læra tað, segði Eilif Samuelsen.
Heðin Mortensen saknaði, at ítrótturin ikki fekk nóg nógv rásarúm í stevnuskránni, tí hetta viðgongur so nógvum fólkum.
Eftir nakrar viðmerking afturat varð uppskotið samtykt einmælt.










