VB-húsið í Vági varð tikið í nýtslu í 1977, og hevur síðani verið karmur um mangar góðar løtur í Vági.
Við 40 árum á baki er greitt, at tørvur er á dagføringum, bæði í VB-húsinum, av skiftirúmum, wc'um og forhøll.
Hetta veit heimasíðan hjá Vágs Kommunu at siga.
Fyrsti liður í hesum dagføringum eru nú í gongd í VB-húsinum. Ljósini uppi undir loftinum á VB-húsinum eru skift til LED-ljós, og loft og veggir verða samstundis málaði.
Tað er tekniska toymið hjá Vágs kommunu, sum stendur fyri arbeiðinum og MR-EL hevur staðið fyri el-partinum.