Tað verður av álvara talt niður í bestu fótbóltsdeildini. Seinnapartin í dag verður fjórði síðsta umfar.
Talan er um fleiri grannauppgerðir.
Í Gundadali eigur toppliðið B36 heimvaøll ímóti grannunum í HB.
Í Klaksvík eigur KÍ heimavøll ímóti fuglfirðingum, og við Løkin í Runavík eigur NSÍ heimavøll ímóti Víkingi.
EB/Streymur er fyri aðru ferð í ár á Tvøroyri, og Skála er fyri aðru ferð í ár á Argjum.
Fyrsta bríksl verður í øllum støðum klokkan 15 uttan við Stórá í Trongisvági, har bólturin fer á rull klokkan 14.30.
KÍ – ÍF: Dagfinn Forná kl. 15.00
NSÍ – Víkingur: Rúni Gaardbo kl. 15.00
B36 – HB: Eiler Rasmussen kl. 15.00
AB – Skála: Jóhan Hendrik Ellefsen kl. 15.00
TB – EB/Streymur: Kári J. á Høvdanum kl. 14.30
B36 | 23 | 18 | 2 | 3 | 46 | 18 | 56 |
KÍ | 23 | 17 | 3 | 3 | 50 | 16 | 54 |
NSÍ | 23 | 16 | 3 | 4 | 58 | 25 | 51 |
Víkingur | 23 | 14 | 3 | 6 | 46 | 31 | 45 |
HB | 23 | 13 | 5 | 5 | 55 | 23 | 44 |
Skála | 23 | 8 | 1 | 14 | 23 | 30 | 25 |
TB | 23 | 5 | 4 | 14 | 18 | 45 | 19 |
EB/Streymur | 23 | 4 | 3 | 16 | 22 | 51 | 15 |
AB | 23 | 4 | 3 | 16 | 23 | 57 | 15 |
ÍF | 23 | 1 | 3 | 19 | 21 | 66 | 6 |