Klokkan níggju fer Fólkatingið at viðgera setanarrøðuna, sum Helle Thorning-Schmidt, forsætisráðharri, helt týsdagin, tá Fólkatingið fór undir nýggja setu.
Eins og aðrastaðni er hendan viðgerðin ein av teimum drúgvu. Eitt nú tók tað Fólkatinginum meiri enn 11 tímar at viðgera setanarrøðuna, sum Lars Løkke Raslussen helt fyri einum ári síðani.
Politiskir eygleiðarar í Keypmannahavn vænta, at tann nýggja stjórnarsamgongan fær nógvar spurningar og nógvar atfinningar frá andstøðuni. Andstøðuleiðararnir hava sagt, at setanarrøðan hjá Helle Thorning-Schmidt var ikki serliga greið, og at tað var ov lítið innihald í henni.










