John Johannessen
Uttanlandsnevndin hevur fund í dag klokkan hálvgum tíggju fyrrapartin, og hevur formaður nevndarinnar gjørt greitt, at hetta er seinasti fundurin áðrenn álit verða latin landsstýrinum í fullveldismálinum.
Tá álitini eru latin, verður nógv umrødda loyniliga uppritið til ríkisrættarligu samráðingarnar við donsku stjórnina eisini almannakunngjørt.
Á middegi fríggjadagin gjørdi formaðurin í uttanlandsnevndini, Hergeir Nielsen, annars greitt, at uttanlandsnevndin fór at verða liðug at viðgera fullvelismálið sama kvøld.
Nevndin skuldi halda fund klokkan trý, har flokkarnir skuldu leggja síni endaligu álit fram, og síðani skuldu hesi álit handast landsstýrinum.
Men brádliga fingu limirnir í uttanlandsnevndini umvegis løgtingsskrivstovuna at vita, at fundurin í uttanlandsnevndini var útsettur til týsdagin.
Hvør orsøkin til útsetanina var, visti eingin nakað um. Men niðurstøðan hjá uttanlandsnevndini í fullveldismálinum var nú útsett á øðrum sinni. Fyrra ferðin var fríggjadagin fyri einari viku síðani og seinna ferðin var seinasta fríggjadag.









