Í dag hevur Neistin møguleika at vinna FM

Onnur FM finalan í manshondbólti er á skránni seinnapartin ídag. Klokkan 16 verður fyrsta bríkslið í lokaluppgerðini millum Neistan og Kyndil, og hondbóltsfepurin er høgur í høvuðsstaðnum. Bæði feløgini hava fyrireikað upphiting ein tíma undan dystarbyrjan, og hóast Neistin vann sannførandi 30-25 sigur í fyrstu finaluni, sum varð spæld hósdagin, so hava tey í Kyndli ikki mist vónina um, at tað skal bera til at vinna í dag, og at tað harvið verður neyðugt við triðju og avgerandi finalu 2. páskadag.

Samstundis verður í Kyndli ásannað, at tað skulu aðrir bollar á suppuna í dag, enn tað vóru í fyrradagin:

- Okkara vóru als ikki klárir fyrsta korterið, og tað kostaði. Skotini vóru ikki nóg neyv, og í verjuni hekk tað ikki saman, segði Kyndils venjarin Dia Midjord eftir dystarlok. Hann staðfesti samstundis, at fleiri av Neista spælarunum høvdu víst ógvuliga sannførandi avrik.

Í Neistanum ynskja tey ikki at kann sær bitan, áðrenn hann er svølgdur.

- Avrikið var gott, men hetta var bara 1. hálvleikur. Nú ræður um at vinna 2. hálvleik, sum verður dysturin leygardagin, segði annar av venjarunum, Jakob Jónsson. Hann segði seg vera stak væl nøgdan við liðavrikið hjá Neistanum í fyrstu finaluni.

Andreas F. Hansen og Eyðun Samuelsen fara at døma seinnapartin ídag.