Í dag fyllist Vestmanna við seglskipum aftur

Fyrr lógu nógvar sluppir í Vestmanna, men nú er bara postbáturin Ólavur eftir.

Í ár verður Føroya Regatta í Vestmanna fríggjadagin 6. juli og í Tórshavn leygardag 7. juli. Fjarðastevnan er í Vestmanna leygardagin 7. juli, tí sigla skipini av Vestmanna áðrenn kappróðurin byrjar.

 

Fyrstu skipini eru longu farin frá bryggju. Johanna fór av Vági klokkan níggju í morgun og Thorshavn fór av Tvøroyri klokkan hálvgum tíggju. Klokkan eitt fór Dragin av Klaksvík og klokkan tvey fara Westward Ho og Norðlýsið av Havnini.

 

Hans Eli Hansen, formaður í felagnum Føroysk Træseglskip, gleðir seg til regattasiglingina.

- Vestmanna er sera góð skipahavn, og tað var tann tíð, at her lógu nógvar sluppir, skonnartir og motorbátar fyri teym. Eisini vágamenn løgdu skip síni í Vestmanna um veturin. Nú er bara gamli postbáturin Ólavur eftir av teimum gomlu motorbátunum, men snøggur er hann, tá vit á Fjarðastevnu síggja hann koma inn eftir fjørðinum á odda fyri bátafylgjinum. Tað er at vóna, at vestmenningar megna at varðveita henda søguliga bát í framtíðini, sigur hann.

 

Flotin savnast við Fútaklett klokkan 17.30 og siglir so saman inn á Vestmanna, har lagt verður at bryggju klokkan 19.

Á bryggjuni verða tey møtt av VÍF-ungdóminum, sum gongur skrúðgongu úr ítróttarhøllini og oman á bryggjuna.

 

Klokkan 19 halda Pauli T. Petersen, borgarstjóri, og Hans Eli Hansen røðu og Fjarðastevnan, sum eisini er hetta vikuskiftið, verður sett.

 

Klokkan 19 til 21 spæla harmonikuspælarar sjómanssangir og klokkan 21 verður stevnubál og felagssangur við Undirhúsið í Vestmanna.

 

Í morginárini klokkan 10 siglir flotin av Vestmanna aftur og leggur leiðina suður til høvuðsstaðin. Klokkan 18 siglir flotin inn um Glyvursnes og leggur at í Havn klokkan 19.

 

Har halda Annika Olsen, borgarstjóri, og Hans Eli Hansen røðu. Klokkan 21.30 verður felagssangur við harmonikutónleiki.

 

Sunnudagin klokkan 10 fer flotin av Havnini aftur.

 

Kl. 10 leygarmorgunin fara skipini av Vestmanna til Havnar. Ferðafólk hava møguleika at sigla við. Um líkindini vera til tað, so er ætlanin at sigla við seglum suður eftir og geva sær góða tíð. Eftir skránni skulu skipini leggja við Mullers Pakkhús kl 19. - so er bara at vóna, at veðrið skikkar sær væl.

 

Bæði í Vestmanna og í Tórshavn verður ”opið skip” har fólk kunnu koma umborð at síggja skipini og ymiskt, sum verður sýnt fram umborð. Fyri børnini verður skattajakt, og tað sigst, at ein sjórænari krógvar seg onkunstaðni umborð á skipunum.

 

Sum vanligt verður skipað fyri ymsum tiltøkum, og sjálvandi sangur, tónleikur og dansur á bryggjuøkinum.

 

Vit, sum manna skipini, gleða okkum til at vera saman við tykkum og vóna, at vit fáa eitt gott og hugnaligt kvøld saman.