Klokkan hálvgum fimm seinnapartin okkara tíð fer palestinski forsetin, Mahmoud Abbas, at handa ST-aðalskrivaranum, Ban Ki-moon, eina formliga umsókn um fullan palestinskan limaskap í ST. Tað váttar palestinski ST-sendimaðurin Riyad Mansour fyri fronsku tíðindastovuni AFP.
Tá hann hevur handað aðalskrivaranum umsókinina, fer Mahmoud Abbas á røðarapallin á ST-aðalfundinum, har hann fer at greiða frá umsóknini.
Palestinar hava valt at fara til ST, tí eftir teirra tykki er einki, sum bendir á, at nakað kemur burturúr at samráðast við Ísrael um frið. Ísrael og USA eru harðliga ímóti palestinsku umsóknini, og teir seinastu dagarnar hava londini roynt at fáa Abbas at sleppa ætlanini.
Fyrradagin var Barack Obama, forseti, og tosaði við Abbas og kunnaði hann um, at USA fer at nýta sýtingarrættin ímóti einum uppskoti um, at ST skal viðurkenna Paletina sum sjálvstøðugt land. Men tað var eftir øllum at døma ikki nóg mikið til at fáa palestinska forsetan at víkja frá sínum, skrivar AFP úr New York í morgun.