Í dag fara 663 fólk at mótmæla hjá Anniku Olsen

Tey gevast ikki við stríðnum ímóti eini íbúðarbygging, sum tey halda ikki er hóskandi

Seinnapartin í dag fara eigarafeløg og grannar undir Kongavarða at handa Anniku Olsen, borgarstjóra í Tórshavnar Kommunu, mótmæli og undirskriftir frá 663 havnaborgarum ímóti ætlanini at broyta  byggisamtyktina undir Kongavarða.

Tað er ætlanin hjá einum privatum felagi at byggja 94 íbúðir á einum stykki undir Kongavarða, sum tey mótmæla. Tískil vilja tey hava Tórshavnar Býráð at sleppa ætlanini og heldur byggja íbúðir, sum eftir teirra sjónarmiðið, hóskar seg betri til økið.

Í eini fráboðan í morgin føra tey fram, at byggingin undir Kongavarða er ikki er ein virðilig loysn á íbúðartrotinum í Havn, tí tey halda, at íbúðirnar líkjast barakkum, og páhaldið hjá teimum er, at byggingin gongur beint ímóti heildarætlanini hjá Tórshavnar Kommunu. 

Tí krevja tey, at “Tórhavnar býráð sleppir ørvitisætlanini undir Kongavarða og fer undir at byggja dygdargóðar leiguíbúðir til Havnaborgarar ístaðin,” sum tey málbera seg.

Umframt tær 663 undirskriftirnar fara eigarafeløgini undir Kongavarða og eystan Kongavarða, at handa Anniku Olsen eitt alment hoyringsskriv har tey vísa á, at tey halda, at Tórshavnar Býráð hevur gjørt nógv mistøk, og hevur tikið nógvar ólógligar avgerðir í sambandi við ætlaðu byggingina.

Í hesum sambandi vísa tey á, at eftir teirra tykki verður markið fyri, hvussu nógv kann byggjast á økinum, sprongt, ætlaðu íbúðarblokkarnir eru ov høgir og parkeringsviðurskiftini ikki eru nøktandi.

Tey halda eisini, at ferðslutrygdin er ikki sum hon eigur fyri at nøvna nakrar av atfinningunum.