Í dag er HON blaðið í postkassunum

Í postkassum kring landið liggur ókeypis kvinnublaðið hjá Sosialinum, HON

Nakrar ferðir um árið letur Sosialurin út eitt ókeypis kvinnublað við heitinum HON. Blaðið hesaferð er nú prentað og í postbilum ávegis runt í postkassarnar hjá fólki kring landið. 

 

 

Í blaðnum hesaferð kanst tú lesa um Onnu Maluna Jógvansdóttir, sum lesur til rithøvund í Keypmannahavn á sera viðurkendari útbúgving. Hon fær serstakliga íblástur frá havinum, sigur hon í blaðnum. Tú kanst eisini síggja, hvussu tú sjálv gert vakrar, nýmótans hyllar.

 

 

Síggj hvør softísur er tann besti í Havn, og les okkara viðmæli uppá sendirøðir, bøkur og annað. HON blaðið hevur eisini nógv at lesa um ferðing í summar.