Í dag er altjóða friðardagur

- Dreymurin um alheimsfrið verður hátíðarhildin í dag.

Í dag er altjóða friðardagur. World Peace Day hjá ST. 

 

Dagurin varð fyrstu ferð hildin í 1982 og gjøgnum árini hava mong lond, hernaðarbólkar og heimsleiðarar sett friðin í hásæti hendan dagin. 

 

Dagurin verður á hvørjum árið hátíðarhildin við ymiskum átøkum og tiltøk í ST høpi. Sum dømi kann nevnast teir 22 friðartímarnir, sum aðalskrivarin í ST tá, Kofi Annan, setti á skrá í 2005. Fleiri onnur ár hevur dagurin eisini verið hátíðarhildin við eini vápnahvíld í eitt døgn.

 

Hóast dagurin árliga verður hátíðarhildin á ymiskan hátt, so byrjar hann altíð líka. ST friðarklokkan í New York slær. Klokkan er gjørd burturúr myntum frá børnum úr øllum heimspørtum uttan Afrika.