Eirikur Lindenskov
Seinastu tvey árini hevur Jørgen Meitilberg, fulltrúi í Mentamálaráðnum verið umboð vegna Føroyar í stýrinum fyri Norðurlandahúsinum, NIPÅ, á Álandi.?Norðurlandaráðið hevur eftir tilmæli frá Mentamálaráðnum valt Dáva Winther í stýrið fyri norðurlandahúsið á Álandi. Stýrisfundur er tvær ferðir um árið og á fundinum, sum hevur verið í dag í Mariehamn, varð Dávur Winther valdur til formann fyri stýrið.?Norðurlandahúsið á Álandi, sum fyri nøkrum árum síðan hevur havt Mikkjal Helmsdal sum stjóra – núverandi studentaskúlastjóra, hevur 25 ár á baki og hevur verið rættiliga sjónligt á Álandi. Men eisini í ymiskum øðrum høpi í norðurlendskum verkætlanum. m. a. eru tey við í eini størri films-og sjónlakaverkætlan, Gerpla, sum flestu norðurlondinin eru við í og hevur Arni Baldvinsson frá Føroyum ein leiklut í hesi verkætlan sum ljóðsniðgevi. Eisini skulu partar av filminum takast upp í Føroyum til endamálið.?Jóhanna av Steinum hevur havt áhugaverda framsýning á Álandi í samstarvi við Norðulandahúsið har í februar í ár um føroyskan bindisið – list og sniðgeving.?Framsýningin vakti so stóran áhuga, at tey hava skipað fyri einum bindiátaki, har fólk kunnu lata inn eitt bundið plagg, ið er 15 x 15 cm, sum verður seymað saman til eitt størri, og hevur luttøkan verið góð.?Rithøvundasamrøða, hevur eisini verið í februar, har Hanus Kamban og Loe Lötham frá Álandi hugleiddu um rithøvundaarbeiði í norðurlondum - hetta sum partur av verkætlan hjá Norðurlandahúsinum í Álandi?Á Álandi, sum hoyrir til Finnland, búgva 28.000 fólk, og av teimum 12.000 í Mariehamn.?
----
Myndatekstur:
Frá vinstru Erla Huld Hadaoui, Ísland (NMR) Dávur Winther, Føroyar, Lars Brunstad, Noregi - Åsa Juslin, Åland direktör, Henry Lindström, Åland, Thórunn Erlu-Vadlimarsdóttir, Ísland, Johanna Lindstedt, Finland, Annegården, Helsingfors stad kulturavdelning ?
Åsa Juslin, stjóri í Norðurlandahúsinum á Álandi, sum eisini hevur virkið samstarv við Niels Halm, stjóra í Norðurlandahúsinum í Føroyum.