Dávid Reinert Hansen og Finnbogi Niclasen manna nú leiðsluna í P/F Vága Floghavn Nevndin í P/F Vága Floghavn hevur gjørt av at seta Dávid Reinert Hansen sum forstjóra í felagnum. Finnbogi Niclasen, sum hevur verið flogvallarovasti, verður eisini í leiðslu felagsins.
Nevndin í Vága Floghavn sigur, at hon hevur bvalt at styrkja leiðsluna í felaghnum, tí tað er neyðugt, nú fortreytirnar fyri virkseminum eru broyttar. Nevndin hevur eisini gjørt av at søkja eftir einum fíggjarstjóra.
Dávid Reinert Hansen hevur verið nevndarlimur í P/F Vága Floghavn síðani í summar, men hann fer úr nevndini, nú hann tekur við sum forstjóri.
Dávid Reinert Hansen hevur verið stjóri í P/F BVágatunlinum, P/F Norðoyatunlinum og P/F BSkálafjarðartunlinum.










