Fráboðanirnar frá peningastovnunum um flytan av datasentrali frá Elektron til Danmark eru nøktandi, sigur Dátueftirlitið Dátueftirlitið hevur nú avgreitt allar fráboðanir hjá peningastovnunum viðvíkjandi flytan av datasentrali frá Elektron til Skandinavisk Data Center (SDC). Eik, Føroya Banki, Suðuroyar Sparikassi og Noroyða Sparikassi hava nú fingið boð frá Dátueftirlitinum um, at fráboðanirnar um flytan av dátasentrali til SDC eru nøktandi.
Peningastovnarnir fráboðaðu flytingina á sumri 2009, men tað hevur tikið tíð at fáa øll viðurskifti uppá pláss. Dátueftirlitið hevur sambært persónsupplýsingarlógini kravt, at nakrar serligar ásetingar skulu vera í avtalunum um viðurskiftini millum partarnar, og tað er serliga hetta, sum hevur gjørt, at málið hevur drigið út.
Í vikuni fekk Dátueftirlitið avrit av seinastu avtaluni, og øll málini eru nú avgreidd.