Pollendingarnir, sum bjargaðir vórðu av polska seglbátinum, vóru sálarliga illa fyri, tá ið teir vóru bjargaðir.
Hetta varð upplýst á tíðindafundi fyri løtu síðan. Ikki minst hevði tað ávirka manningina, at tey í fleiri tímar høvdu havt lívleysa mannin millum sín, og roynt varð alla tíðina at fáa lív í hann.
Tann persónurin, sum sálarliga var ringast fyri, var dóttir mannin, sum doyði.
Teir níggju pollendingarnir fáa allir kreppuhjálp. Annars stendur væl til hjá teimum báðum, sum fóru á sjúkrahúsi. Annar hevur onga pínu, og hin hevur brákað nøkur rivjabein og punkterað annað lunga.









