Hjá B36 var talan sunnudagin um fimta dystin á rað í Gundadali. Av hesum var dysturin móti HB tann 26. apríl at rokna sum útidystur, meðan hinir fýra hava verið heimadystir.
Tað er neyvan at taka munnin ov fullan, um sagt verður, at úrtøkan hjá B36 ikki hevur verið nøktandi hesar dystirnar. Bara eina ferð tann 21. apríl - er B36 farið av vøllinum sum vinnari. Móti HB varð talan um tap, og tríggjar ferðir í slag hevur talan altso verið um javnleikir móti kappingarneytum í oddinum.