Ein svii kann vænta sær eina rokning upp á fleiri hundraðtúsund krónur frá bjargingartænastunum í Svøríki og Noregi. Fyrramorgunin ringdi maðurin til konu sína og greiddi frá, at hann og ein vinmaður hansara vóru farnir við báti úr Lysekil í Svøríki til Egersund í Noregi, men at teir vóru komnir í havsneyð. Konan boðaði sum vera man myndugleikunum frá, og bjargingarskip og eitt flogfar vórðu send avstað at leita. Stutt eftir varnaðist svenska løgreglan, at telefonin, sum maðurin hevði ringt við, var ikki á sjónum, men við bryggjuna í Lysekil, og har lá báturin hjá manninum eisini. Nú kann hann vænta sær stóra rokning fyri skemtið.