BÓT
Tað hendir ikki ofta, men tað hendir, at menn verða tiknir fyri ólógliga fuglaveiði. Talan kann vera um, at veiða fer fram í tíðini, tá ikki er loyvt at veiða ávís sløg av fugli – ella, at veiða fer fram ov nær landi, tá fuglabjørg annars skulu hava frið fyri larmi av byrsuskotum. Talan kann eisini gerast um djóraverndarmál, um veiða ikki fer fram á etiskan hátt.
Um sekt fyri brot á fuglaveiðilógina stendur, at minsta bótin er 4000 krónur fyri bátsmanningina, umframt at byrsa og møguligur fongur verða tikin.
Á Fiskiveiðieftirlitinum siga tey, at dømir eru um bátsmanning, sum hevur fingið 4000 krónur í bót, umframt at meiri enn hin eina byrsan er tikin, tá ólógliga veiðan fór fram.
- Hevur viðkomandi, sum verður tikin, framt brot á fuglaveiðilógina áður, kann hetta eisini hava ávirkan á støddina av bótini, sigur Fiskiveiðieftirlitið.
Lagt verður aftrat, at tað ikki er ofta, at ólóglig fuglaveiða verður staðfest, men hetta hendir av og á.