Tað er vakurt at fylgjat, men brúðurin eigur at hava sítt egna navn, um hon ynskir at gera karrieru, vísa hollendskar kanningar.
Hollendsk kanning vísur, at kvinnur, ið velja at taka eftirnavnið hjá manninum, eru meiri umhygnar enn aðrar kvinnur. Hinvegin eru tær minni vitugar, minni heimilaðar og framasøknar. Tær fáa heldur ikki líka høga løn, sum kvinnur, ið hava sítt egna eftirnavn.
Tað eru sálarfrøðingar á Tilburg Universitet, ið hava kannað týdningin hjá eftirnavninum. Hollendskar kvinnur, ið skifta eftir, eru í miðal eldri, hava styttri útbúgvin, fleiri børn og meiri konservativ familjuvirði. Hesar kvinnurnar nýta eisini færri arbeiðstímar á arbeiðsmarknaðinum, og tær fáa lægri løn enn aðrar kvinnur. Lønarmunurin er heilar 6400 krónur um mánaðan.
Summi meta, at kvinnur, ið taka eftirnavnið hjá manninum, eru bundnar at teimum.
Kelda: eb.dk